Liðformaðurin hjá Chelsea hevur nú aftur fingið lønarhækking. Óvissa var í summar um framtíðina hjá John Terry, tí Manchester City fríggjaði óført til hansara, men Terry valdi at halda fram í Chelsea. Nú hevur Terry fingið eina nýggja og enn betri sáttmála, sum tryggjar honum einar 340 milliónir krónur næstu fýra árini. Bert Robinho, sum spælir fyri Manchester City, kann reypa sær av eins stórari løn í Premier League.