Terry fær metløn

Liðskiparin hjá Chelsea, John Terry, verður nú helst best lænti spælarin í søguni hjá enskum fótbólti. Sum skilst, so hevur Chelsea nýggjan sáttmála kláran til verjuálitið, og er vikulønum í sáttmálanum ikki minni enn 1.45 mió kr. Ein upphædd, sum yvir tey fýra árini, sum yvir fýra ár gevur eina samlaða løn upp á ikki minni enn 300 mió kr. Til sammetingar kann nevnast, at menn sum Drogba ,Ballack og Shevchenko “bert” fáa 1,35 mió kr. um vikuna.