Terry er til reiðar

Enski verjuspælarin John Terry, sum hevur verið plágaður av skaða, er nú aftur klárur at spæla, og tað verður roknað við, at hann byrjar á vøllinum í dystinum ímóti Sveis hódagin. John Terry spældi ikki ímóti Fraklandi, og hóast avloysarin hjá honum, Ledley King, spældi ein framúr góðan dyst, so má hann taka sess á beinkinum, tí Sven-Gøran Ericsson vil heldur hava John Terry at spæla.