Landsliðsvenjarin hjá Onglandi, Fabio Capello, sigur, at hóast John Terry ikki longur er liðskipari á enska landsliðnum, so er hann framvegis ein sera týðandi spælari. - Støðan viðvíkjandi John Terry er avgreidd fyri mítt viðkomandi. Men John er framvegis ein týðandi spælari fyri okkum. Og hann er framvegis ein av teimum mest týðandi spælarunum í hópinum, sigur Capello við enska soccernet.