Terry Butcher kann ikki fyrigeva Maradona

Í annaðkvøld skal Diego Maradona á fyrsta sinni standa á odda fyri argentinska landsliðnum, sum landsliðsvenjari, tá Argentina og Skotland spæla venjingardyst á Hampden Park í Glasgow.

 

Hjálparvenjarin hjá Skotlandi, fyrrverandi enski landsliðsskiparin, Terry Butcher hevur ikki fyrigivið Diego Maradona, at hesin skoraði eitt óregluligt mál ímóti Onglandi í fjórðingsfinaluni undir HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Tá skoraði Maradona tiltikna málið við ?Guds hond?, sum hann sjálvur tók til aftaná dystin, sum Argentina vann 2-1.

 

- Tað kendist ikki væl at tapa ein dyst á ein slíkan hátt. Eg og tveir liðfelagar vóru útvaldir til dopingroyndina eftir dystin. Maradona, og tveir aðrir vóru valdir fyri Argentina. Tað kundi blivið kríggj inni í rúminum. Men tað var ein ávis fjarstøða ímillum okkum. Hevði tað ikki verið tað, so hevði kanska givið honum ein umgang, sigur skotski hjálparvenjarin, Terry Butcher.

 

Hann sigur, at tað er sera trupult at fyrigeva Maradona fyri tað óregluliga málið, sum var skorað fyri 22 árum síðani.