Talan var um harðliga tackling, sum noyddi John Terry av vøllinum í topp- og grannauppgerðini móti Arsenal sunnudagin.
Sunnukvøldið vóru boðini úr Chelsea, at talan ikki var um brot, men tær meldingarnar vórðu broyttar mánadagin.
Nú ljóðar, at Terry hevur brotið trý bein í fótinum, og tí verður talan helst um steðg í einar tríggjar mánaðir.









