Sólfinn Hansen er millum fáu føroyingarnar - fyri ikki at siga hin einasti - sum beinleiðis hevur verið raktur av einari herviligari terroratsókn, har hann endaði í koma í fleiri tímar. Hetta hendi í Brüxelles hin 22. mars í 2016. In.fo hevur sett honum nakrar spurningar um jólini og um árið, sum stundar til.
Hvar verða jólini hildin, og hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?
- Í ár halda vit jól hjá foreldrunum hjá mær. Vit plaga at skiftast millum foreldrini, verforeldrini og so at bjóða heim til okkara, so tað er sjáldan, at okkara húski heldur jól einsamøll. Jólaaftan eta vit altíð dunnu, og í ár er líkt til, at vit aftur fáa dunnu fyrsta jóladag, so vit mugu variera tað nakað 2. jóladag. Eg vænti, tað verður ein annar klassikari tá, helst fleskasteik ella møguliga lambskjøt. Vit eru sera traditionell á jólum, bæði tá tað kemur til jólahaldið og til matin.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru eitt av hæddarpunktunum av árinum. Vit seta allar tríggjar dagarnar av til at halda jól í og einki annað. Fólk koma á gátt sum ongantíð annars, og vit vitja eisini meira úti hjá øðrum enn vanligt dagarnar uppundir jól og á jólum. Sum sagt, eru vit rættiliga siðbundin á jólum, og tey verða hildin við kirkjugongd jólaaftan, síðan mati, rís à la mande og gávum - og so allarhelst telefonsamtalum við familju aðrastaðni.
Hvussu hevur 2018 verið fyri teg?
- Tað hevur verið eitt miðalhampa ár, hvørki framúrskarandi og ei heldur katastrofalt. Í fótbóltinum gekk ikki betur enn fjórðbest, men so heldur ikki verri enn tað. Annars hevur hetta ikki verið eitt ár, sum er merkt av nakrari stórari hending, hvørki góðari ella ringari.
Hvat var besta upplivingin (størsta hendingin) hjá tær í 2018?
- At fylla 40 ár tann 2. februar. Tað var ein stórur varði at leggja afturum seg. Eg lesi á heimasíðuni hjá Hagstovuni, at miðallivialdurin hjá monnum nú er 80 ár, so eg kann rokna við, at eg kom í helvt tá, sigur Sólfinn Hansen brosandi.
Hvat hevur verið tín keðiligasta uppliving í lívinum?
- Keðiligasta hending í lívinum var tað at vera útsettur fyri eini terroratsókn í Brüxelles í Belgia tann 22. mars í 2016. Eg lá í coma í 5-6 tímar og fekk ikki givið lívstekn frá mær. 2018 hevur ikki bjóðað upp á nakað nær námind líka ringt.
Hevur tú sett tær onkur mál fyri 2019?
- Hendan spurningin hava roykjarar nokk lættari við at svara uppá – hvørt ár. Eg royki ikki, so tað fái eg ikki lagt av. Eg vænti, at KÍ fer at vinna FM tá, men tað er ikki ordiliga nakað, eg havi ávirkan á. Kanska eg fari onkra óvanliga uttanlandsferð í 2019, men einki er endaliga planlagt enn, sigur Sólfinn Hansen.










