25 ára gamli maðurin, sum í fjør varð handtikin og skuldsettur fyri yvirgangsvirksemi, er nú leyslatin.
Tað var 15. januar í fjør, at ein 15 ára gomul genta varð handtikin, eftir at løgreglan fann spreingievni heima hjá gentuni. Hon er skuldsett fyri at hava royndarsprongt bumbur, at hava spreingievni, og at stuðla yvirgangi.
Gentan, sum er etnisk donsk, hevði stutt framman undan vent um til Islam.
Les eisini 15 ára gomul donsk genta tikin við spreingievni
Gentan varð sett í einakliva og stutt eftir handtøkuna, varð hon sett í samband við ein 24 ára gamlan Sýriastríðsmann, sum hon hevði samskift við. Hann varð eisini handtikin og somuleiðis settur í einakliva.
Les eisini 15 ára gamla gentan situr í einakliva
Nú er so maðurin, sum nú er vorðin 25 ára gamal, leyslatin, men gentan, sum nú er 16, er enn skuldsett í málinum og situr enn í varðhaldi.
Ákæruvaldið hevur slept skuldsetingunum móti 25 ára gamla manninum. Enn er ikki greitt, hvat ákæruvaldið ætlar at gera við málið hjá gentuni.
Verjin hjá manninum ger greitt, at maðurin nú fer at stevna løgregluna fyri endurgjaldskrav.
- Hann hevur sitið varðhaldsfongslaður í 13 mánaðir, skuldsettur fyri yvirgangsvirksemi. Hetta gevur, eftir verandi taksti, eitt endurgjald á umleið eina millión krónur, sigur verjin, Michael Juul Eriksen, við Ritzau.