Sjómark
Føroyska territorialmarkið, sum fyrr hevur verið tríggjar fjórðingar, varð 1. juni víðkað til tólv fjóringar.
Territorialmarkið er privatumráðið okkara, um vit kunnu siga so. Tað er markið, øll fremmand før skulu hav loyvi frá føroyskum myndigleikum fyri at sleppa innum.
Eitt tað kendasta dømið, har territorialmarkið hevur verið í brúki, er stríðið um Rainbow Warrior og Paul Watson, sum ikki høvdu loyuvi at nærkast landi meira enn tríggjar fjórðingar.
Nýggja markið ger, at næstu ferð ein slíkur gestur er á leiðini, skal hann liggja tað longri úr landi, um ikki myndugleikrnir hava givið honum loyvi til annað.
Territorialfarvatn verður býtt í tvey. Innara og ytra. Tað innara fevnir um sjóøkið innansyndis eins og havnirnar í landinum. Ytra territorialfarvatnið er økið uttan fyri grundlinjurnar, og í hesum førinum út á tólv fjórðingar úr somu grundlinjum. Tað, sum nú verður víðkað, er sjálvandi ytra territorialfarvatnið.
Føroyska territorialfarvatnið verður avgjørt í danskari lóg, sum ásetir, hvussu vítt danska territorialfarvatnið er.
Við kunngerð, sum lýst er í Kunngerðarblaðnum tann 30. mai í ár, verður boðað frá, at uttanríkisráðharrin hevur gjørt av, at danska territorialfarvatnið - og harvið eisini tað føroyska - verður víðkað til tólv fjórðingar.
Við territorialfarvatni er galdandi tað sama sum við vanligum fiskimarki, at talan er um eina miðlinju, um ikki pláss er fyri fullum tólv fjórðinum. Í Danmark verður tað galdandi í eitt nú Oyrasundi, har ov stutt er til Svøríkis. Men hjá okkum er ongastaðni nøkur slík foring, so okkara mark er tólv fjórðingar runt.
Í kunngerrðini verður sagt, at grundlinjurnar, sum brúktar verða til territorialfarvatnið eru tær somu, sum galdandi eru fyri fiskimarkið.
Fyri Føroyar vil tað siga, at linjan verður drigin úr Munkinum í Knikarsboða vestantil undir Mykineshólmi. Haðani allan vegin runt í ytstu punkt fyri norðan, til komið er aftur í Svínoyunna fyri eystan, haðani aftur verður farið í Munkin.









