Av teimum 29 dagstovnunum í Tórshavnar kommunu, sum nøgdsemiskanning er gjørd á, verða tríggir teir best umtóktu nevndir við navni.
Fremst er býlingshúsið á Ternuryggi. Hesum stovninum á baki koma Dagstovnurin á Hamrinum og Dagstovnurin Lítliskógur.
– Tað er ein góð kensla. Ein góð viðurkenning frá foreldrunum, sigur Marjun Hentze, leiðari á Býlingshúsinum á Ternuryggi, sum sambært foreldrunum er best úmtókti dagstovnur í Tórshavnar kommunu.
– Hví júst okkara stovnur er tann besti, er ringt at siga.
– Tað er tað góða arbeiði, ið verður gjørt her á stovninum, ið hevur nøkta nøgdsemis tørvin hjá júst okkara foreldrum, leggur hon afturat.
Marjun Hentze greiðir somuleiðis frá, at tey fara at halda fast við góða støðið, og at tað eisini fer at merkjast, at tingini alla tíð mugu betrast.
– Í kanningini siga teir, at krøvini fara at blíva hægri, og tað veit eg eisini. Tí mugu vit alla tíðina royna at gerast betri, sigur leiðarin á stovninum við best nøgdum foreldrum.
Gott at dylja úrslitið
Hóast stovnurin, har Marjun Hentze er leiðari, er fremst, so heldur hon tað vera gott, at ikki allir stovnarnir, ið hava verið við í kanningini, verða nevndir við navni.
– Tað var ikki meiningin við hesari kanning, sum er tann fyrsta av sínum slag í Tórshavnar kommunu, og tað hevði givið eitt sera keðiligt útslag. Og eg veit ikki, um eg haldi tað vera gott at okkara úrslit er alment, men tað er farið út, og tað kann mann ikki gera umaftur, heldur Marjun Hentze, sum fegnast um at henda kanning er gjørd og sær fram til at nýggj kanning verður í 2011.










