Dysturin var annars sera javnur at byrja við, og í teimum báðum fyrstu settunum vóru tað bara smáu marginalarnir, ið gjørdu av, hvat av liðunum fór við settinum.
Liðini vunnu hvør sítt, men tá komið var til triðja sett, hevði Ternan munin og fekk trýst KÍF til at gera feilir. Og í fjórða setti skrædnaði hjá heimaliðnum, sum tapti tað greitt.
Úrslitið gjørdist tí ein 3-1 sigur til toftakvinnur, ið sostatt hava vunnið sær sálarligan mun undan seinna dystinum, sum verður í skúlahøllini á Toftum næsta mikukvøld.
KÍF-Ternan 1-3 (25-23, 23-25, 20-25, 14-25)