Ternan um Leirvíksfjørð

Næstu tvær vikurnar fer Ternan at sigla um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni

Sam, sum vanliga røkir hesa farleið, skal á sleipistøð í einar 10 dagar, og aftan á skal Sam avloya Rituna í einar tvær vikur.
Tí fer Ternan at sigla saman við Dúgvuni um Leirvíksfjørð næstu fýra vikurnar.
Dúgvan røkir siglingin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi, meðan Ternan siglir meðan mesta ferðslan er um morgunin og seinnapartin.