Ternan trívist í Koltri

- Higartil í ár sær út til, at ternurnar trívast, og at pisurnar, sum eru útkomnar, eru væl fyri og veksa skjótt.

- Higartil í ár sær út til, at ternurnar trívast. Á stuttari vitjan uppi í bølinum kundi eg staðfesta, at pisurnar, sum eru útkomnar, eru væl fyri og veksa skjótt.

 

Tað skrivar Bjørn Patursson úr Koltri. Hann vísir á, at tað enn eru reiður við einum og tveimum eggum, sum ikki eru útkomin.

 

- Ternurnar síggjast veiða út fyri Gróthústanga og suður við landinum. Tær ferðast í jøvnum streymi niðan í bølið við smáfiski í nevinum.

 

Hann sigur, at talið av ternum er umleið tað, sum plagar at vera. Annar fuglur so sum æða, tjøldur, spógvi, mýrisnípa og fransaterna eigur eisini í ternubølinum.

 

- Tað tykist, sum fuglurin ger sær dælt av ternunum, sum verja sítt bøli óføra væl, eitt nú um rovfuglur, fólk ella annar óynsktur gestur nærkast bølinum.

 

Bjørn Patursson sigur, at nøkur fransaternupør eisini hava átt í bølinum, og pisurnar eru nú floygdar og væl fyri, eins og flestu æðuungar eru komnir á sjógv.