Komandi týsdag fer Ternan til 40 ára klassing, og mett verður, at arbeiðið fer at taka um níggju vikur.
Ternan verður aftur klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól, sigur Strandferðslan.
Fyrstu dagarnar verður siglingin á nólsoyarleiðin røkt av Jósupi og siglt verður sambært vanligu ferðaætlanini á leið 90, undantikið farmatúrar mikudag og fríggjadag.
Tá nýggja tríkiljan, Erla Kongsdóttir, er klár, verður hon sett í sigling á nólsoyarleiðini.
Farmasiglingina fer Hasfjord at taka sær av, og eftir ætlan verða farmatúrar gjørdir tvær ferðir um vikuna. Neyðugt er at tillaga fráferðina hjá Hasfjord eftir sjóvarfallinum og sostatt verða farmatúrar gjørdir um tað mundið tá hægsta flóð er. Siglt verður av Gomlurætt til Nólsoy og aftur, og verður ferðaætlanin fyri farmatúrar lýst viku fyri viku.