Ternan skjót og góð loysn

Um páskahøgtíðina hevur Strandferðslan gjørt royndir við at flyta skip runt á ymsu farleiðunum. Um eina viku ella so eru eftirmetingar gjørdar, men Bogi Mortensen, stjóri, heldur, at Ternan hevði verið ein skjót og góð loysn á Nólsoyarfarleiðini

- Við ávísum ábøtum hevði væl borið til at sett Ternuna inn í siglingina um Nólsoyarfjørð.

Tað sigur Bogi Mortensen, stjóri hjá Strandfaraskipum Landsins.

SSL hevur seinastu vikurnar havt Rituna siglandi á Svínoyarleiðini, Ternan hevur røkt Kallsoyarsiglingina, meðan Sam hevur siglt um Nólsoyarfjørð.

- Enn er eingin avgerð tikin um nakað. Fyrst skulu vit eftirmeta hesar royndirnar, og saman við skiparunum fara vit at evaluera hesar royndirnar fyrst í komandi viku, sigur Bogi Mortensen.

Hesar royndirnar eru gjørdar fyri at loysa upp fyri málinum.

- Neyðugt verður við ávísum justeringum fyri at fáa Ternuna tíðarhóskandi. Eitt nú má ein lyfta setast í skipið, so rørslutarnað sleppa upp í salongina, sigur Bogi Mortensen.

Eisini skal skipið sandblásast, áðrenn tað verður sett í eina møguliga sigling á Nólsoyarleiðini. Eisini aðrar smávegis justeringar mugu gerast.

- Skjótasta loysnin á Nólsoyarleiðini er Ternan. Vit hava eisini sett eitt krónutal á, hvat hesar justeringar fara at kosta, so fáa vit eina ábending frá nólsoyingum og eina játtan frá landinum, kundi hendan ætlan skjótt verið sett í verk, sigur Bogi Mortensen.

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tá eftirmetingarnar eru gjørdar kundi verið áhugavert við einum fundi við Nólsoyarnevndina um siglingina.

Neyðugt verður undir øllum umstøðum at gera eitthvørt við atløguviðurskiftini í Nólsoy, tí uttan mun til, um talan verður um eitt nýtt skip, ella Ternan verður fyribils loysnin, má okkurt slag av ferjulegu gerast. Og sum skilst eigur landið framman undan eina rampu, sum ikki verður brúkt.