Nú tá tað aftur er ókeypis at sleppa á Ovastevnu, samstundis sum veðrið helst verður gott um vikuskiftið, so kann væntast, at nógv fólk leita sær til Nólsoyar leygardagin.
Ferðamøguleikarnir til oynna verða eisini góðar, tí Strandfaraskip Landsins boðar í dag frá, at Ternan fer at sigla pendulfart til oynna bæði leygardag og sunnudag, soleiðis at gestirnir sleppa lætt til og frá oynna.