Um mánaðarskiftið varð Ternan, ið vanliga røkir siglingina um Nólsoyarfjørð, tikin úr sigling, tí tað skuldi til eftirlit og umvælingar á Tórshavnar Skipasmiðju.
Eftir ætlan, so skuldi skipið byrja aftur í sigling mánadagin í næstu viku. Tann ætlanin er tó slept, tí undir eftirlitinum varð staðfest, at tørvur var at gera nakrar ábøtur.
Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, upplýsir, at man vónar at skipið skjótt aftur er í sigling.
- Ternan er eitt 35 ára gamalt skip, og tá skip verða so gomul, so krevst gjøllari kanningar, harímillum trygdarmátingar av metalinum.
- Tað eru tær kanningarnar, ið hava staðfest, at neyðugt er at skifta eitt stykki av stáli í bagborðborði. Tískil taka umvælingar eitt sindur longri, men vit vóna, at Ternan er aftur í sigling um hálvaaðru viku.
Meðan Ternan verður umvæld røkir Jósup Nólsoyarleiðina.