Ternan liggur við maskinbreki

Nú seinnapartin fekk Ternan, sum siglur ímillum Havnina og Nólsoy, maskinbrek og tí er hon løgd Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at okkurt hendi við kølivatnsskipanini og at vatn kom í stýringina til tann eina motorin.

Ternan fekk kortini lagt at í Havn við einum motori, men har verður hon so liggjandi, til brekið er umvælt.

Nær tað verður, er vónleyst at siga nú, men arbeitt verður upp á tað.

Ìmeðan Ternan liggur, er ein lítil, skjóttgangandi bátur, sum hevur loyvi at taka 12 ferðafólk, settur í sigling ímillum Havnina og Nólsoy.

Annars er Ritan á sleipistøð og hon verður væntandi klár at seta í sigling til Fugloyar og Svínoyar um tríggjar vikur.