Ternan klár í vár

Løgtingið hevur nú samtykt eykajáttanina til Strandfaraskip Landsins soleiðis, at farast kann undir tær umbyggingar, ið skulu til, fyri at seta Ternuna inn á Nólsoyarleiðina

Tað hevur leingi verið arbeitt við einari ætlan um, at Ternan skal setast inn á Nólsoyarleiðina, meðan verand skip, Ritan, verður flutt norður í Hvannasund at røkja farleiðina út í Fugloy og Svínoy.
Og nú røkist so endiliga nakað fyri, at hendan ætlanin verður til veruleika.
- Løgtingið hevur nú samtykt ta eykajáttan, sum vinnumálaráðið hevur biðið um til Strandferðsluna, so neyðuga umvælingin kann gerast á bæði skipini, sigur Johan Dahl.
Strandferðslan leggur í løtuni seinastu hond á tilfarið, sum skal til, fyri at fáa bjóða arbeiðið út og framt, og tað verður gjørt í Føroyum.
- Ætlanin er at fáa gjørt Ternuna fyrst og fáa sett hana í sigling um Nólsoyarfjørð, og síðani verður so Ritan umvæld og sett inn á Fugloyar- Svínoyarleiðini, sigur Johan Dahl.
Hann metir, at tað fara at ganga einir tveir tríggir mánaðir, so skuldi hendan ætlanin verið førd út í lívið.

Ferjulega
Men eitt er at seta Ternuna inn í siglingina til Nólsoyar, eitt annað er, at skipið fær lagt at. Og tað skal gerast í einum samstarvi millum Strandfaraskip Landsins og Tórshavnar Havn.
- Eg havi skilt á Strandferðslustjóranum, Boga Mortensen, at tað er eitt samskifti millum Strandferðsluna og Tórshavnar Havn. Sjálvur havi eg ikki verið inni í myndini har annað enn, at eg havði ein fund við Tórshavnar býráð fyri nøkrum mánaðum síðani, har eg kunnaði um ætlanina, og har vóru uppskot frammi um, hvar Ternan kundi leggja at í Nólsoy, so hon liggur trygt, sigur Johan Dahl.
Landsstýrismaðurin sigur, at landið hevur bjóðað fram ferjuleguna í Vestmanna at flyta til Nólsoyar um so er, at hon er egnað.
- Hon hevur jú verið nýtt til Ternuna fyrr, og annars líti eg á, at báðir partar, Strandferðslan og Tórshavnar Havn, finna eina loysn á tí. Tað ivist eg ikki í, sigur Johan Dahl.

Klárt í vár
Ternan verður gjørd fyrst, og tað fara at ganga tveir tríggir mánaðir, til hon er tøk, men hvussu verður so við Rituni í Norðoyggjum.
- Ongantíð ov skjótt, og helst í gjár. Men tað tekur tíð at gera tær broytingar, sum skulu gerast, og Ritan skal broytast so, at atkomiligheitin hjá fólki verður betri og tryggari, umframt onnur smáting. Ternan skal hava sett barlast tangar í og eina lyftu umframt aðrar smálutir, so tá vit hava sagt tveir tríggjar mánaðir, vóna vit, at tað verður liðugt tá, sigur Johan Dahl.
Sostatt kann roknast við, at tá komið verður út í februar-mars mánað, verða skipini klár at seta inn í sínar nýggju farleiðir.