Ternan ikki liðug sum ætlað

Ternan gjørdist ikki sum ætlað liðug á bedingini í dag.

Ternan gjørdist ikki sum ætlað liðug á bedingini í dag, og tí røkir Jósup siglingina á Nólsoyarleiðini eisini í morgin, hósdagin 10. apríl.

 

Sam fer at sigla farmatúr av Havnini klokkan 11 og úr aftur Nólsoy umleið klokkan 12.


Arbeiðið upp á Ternuna skuldi ætlandi verða liðugt í dag, og skipið skuldi í sigling aftur í morgin.

 

Men, soleiðis verður ikki, vita Strandfaraskip Landsins nú at siga.

 

Myndina av Ternuni á beding í Klaksvík tók Birgir W. Høgnesen.