Nú er aftur ætlanina at seta Ternuna at røkja siglingina hjá Strandferðsluni ímillum Suðuroy og Havnna.
Strandferðslan sigur, at smyril verður tikin úr sigling týsdagin og mikudagin og hesar báðar dagarnar skal Ternan røkja suðuroyarsiglingina.
Tað er í sambandi við arbeiðið at seta nýggjan høvuðsmotor í Smyril, at hann skal takast úr sigling í tveir dagar.
Men Strandferðslan bindur um heilan fingur og tí sigur hon, at tað bara um veðrið er til vildar, at Smyril verður tikin úr sigling.
Tað er helst læran av tí, sum hendi í síðstu viku. Upprunaliga var ætlanin, at Arbeiðið umborð á Smyrli skuldi gerast fyri eini viku síðani og at Ternan skuldi sigla seinasta týsdag og mikudag.
Tað fekk fitt av fólki, sum skuldi til Havnar týsdagin og mikudagin, at framskunda ferðina fyri at sleppa undan at fara við Ternuni
Men tað var alt til onga nyttu, tí mánadagin var alt avlýst aftur, tí veðrið var ikki til vildar og streymurin var harður, og sostatt sigldi Smyril sum vant.
Men nú verður so roynt aftur, og viðrar, verður Smyril sostatt tikin úr sigling týsdagin og mikudagin.
Í hesum sambandi er ferðaætlanin ímillum Suðuroy og Havnina broytt hesar báðar dagarnar.
Týsdagin siglur Smyril av Krambatanga klokkan sjey og so siglur Ternan av Havnini til Suðuroyar klokkan 16.
Mikudagin siglir Ternan av Krambatanga klokkan sjey, men so tekur Smyril yvir aftur og siglur av Havnini klokkan 18.30.
Men hetta eru ikki einastu broytingar hjá Strandferðsluni. Veðrið er ringt í dag og tí broytir Smyril ferðaætlan eisini í dag. Í hesum sambandi siglur hann av Krambatanga klokkan 10 í morgun og av Havnini og suður aftur, klokkan 13. Restina av degnum verður siglt eftir ferðaætlanini.
Strandferðslan sigur, at tað er eisini væntandi, at siglingin hjá Ternuni verður óreglulig í morgun.
|