Ternan I aftur í Havn

Mánadagin varð ferðaætlanin hjá Strandferðsluni broytt - m. a. siglir Ternan I nú aftur millum Havnina og Skálafjørðin

Mánamorgunin hoyrdu fólk við Eystaru vág í Havn aftur kenda brummið frá Ternuni I, sum hendan dagin aftur varð sett í sigling millum Havnina og Skálafjørðin.

Av tí at løgtingið hevur samtykt við lóg at henda ruta skal takast uppaftur, er siglingin nú tikin uppaftur.

Strandferðslan sigur, at siglingin verður sum áðrenn rutan varð niðurløgd tann 11. september 1998. Snarbussurin, sum varð settur í rutu tá av Skálafjørðinum til Havnar, koyrir árið út.

Við í lógaruppskotinum, sum varð samtykt, var eisini, at Smyril skuldi sigla á Vág. Hetta verður nú umsíðir veruleiki - mikudag.

Smyril siglir úr Tórshavn klokkan 9:45 og úr Vági klokkan 15:30. Í vetur verður sostatt bara ein túrur leygardag. Men mikudag verða tveir túrar millum Suðuroynna og Havnina.

Hósdag verður siglt av Havnini klokkan 14:00 í staðin fyri klokkan 10:00.

Strandferðslan ger eisini vart við, at froðbingar fáa busssamband til Smyril í vikuskiftinum.


Sandoyarleiðin

Gerandisdagar klokkan 8:45 siglir Tróndur av Gomlurætt í Hest og aftur á Gomlurætt, tí verður túrurin Gamlarætt-Skopun klokkan 9:10 fluttur til klokkan 9:30. Túrurin úr Skopun klokkan 8:20 sunnudag verður ikki sigldur í vetur, sigur Strandferðslan.

Aðrar broytingar hjá Bygdaleiðum eru hesar:

Leið 104: Lagað til Sandoyarleiðina (leið 60)

Leið 100 og 300: Smærri tillagingar (til leið 30)

Leið 440: Túrarnir av Toftum kl 12:50 og kl 19:20 verða niðurlagdir.

Leið 450: Snarbussurin koyrir fram til 30. desember.

Leið 500 og 601: Lagað til Sandoyarleiðina (leið 60)

Leið 700, 702 og 704: Lagað til Suðuroyarleiðina (leið 7)

Leiðslan á Strandferðsluni sigur, at hon vónar, at broytingarnar í nýggju ferðaætlanini eru við til at hækka nænastustøðið á øllum farleiðum.

Annars vísir leiðslan á, at frá mánadegnum síðsta og eina viku fram leggur Dúgvan at við Stórubryggju á vestaru síðu í Klaksvík, tí lnadsverfrøðingurin skal gera ábøtur á ferjubakkan, har Dúgvan vanliga leggur at.