Ternan hevur maskinbrek

Erla Kongsdóttir røkir nú siglingina um Nólsoyarfjør, tí at Ternan fekk maskinskaða, tá hon kom síðsta túr úr Nólsoy til Havnar í gjárkvøldið.

 

Hon fekk eitt black out innan fyri molan, tá hol kom á saltvatnsrør og oysti vatn á generatorin til hjálpitmotorarnar. Tað førdi til skammlop.

Men Ternan fekk tó lagt at við egnari hjálp.

Í dag eru fólk frá Eltalvuvirkinum umborða á Ternuni.

Við útvarpið segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, at tað kann taka upp í eina viku at umvæla skaðan, alt eftir, hvussu stórur skaðin er.