Ovastevna er í Nólsoy hetta vikuskiftið, og nógv fólk hevur leitað sær til Nólsoyar í góðveðrinum í dag.
Longu í gjár vóru nógvir bátar komnir út til Nólsoyar, og í dag eru nógvir bátar komnir aftrat.
Millum mongu bátarnar, eru fleiri komnir úr Hósvík í dag.
Í gjár var regattasigling í Sundalagnum og veitsla í Hósvík. Vanligt er, at fleiri bátar og bátsmanningar halda fram út til Nólsoyar á ovastevnu í dag.
Soleiðis er eisini hesaferð.
Ternan, sum siglir allan dagin og til langt út á náttina, siglir seinnapartin í dag við fullum skipi.
Klokkan 15 stóðu fleiri fólk eftir á Bursatanga í Havn, sum ikki sluppu við, og siglt verður aftur úr Havn klokkan 16.30.
Nú veðrið er lýtt og gott í dag, vænta nólsoyingar, at nógv fólk aftrat fara at leita sær út um fjørðin, sum dagurin gongur.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum her úti, her nógv ymiskt er á skránni, bæði til gamans og álvara, verður sagt úr Nólsoy.
##med2##