Ternan á flog á Toftum

Á stovnandi aðalfundi á Svangaskarði í gjárkvøldið gjørdist nýggja flogbóltsfelagið Ternan veruleiki. Sostatt fer B68 Flogbóltur í søguna, men í staðin er komið eitt felag, sum ætlandi skal vera fyri allan Skálafjørðin

Flogbóltur

Flogbóltur er ikki nakað ókent spæl á Toftum, og mitt í 90-unum vunnu manslið hjá B68 2. deild eina ferð og 3. deild tvær ferðir. Síðani kom steðgur í, men í fjør fóru toftafólk aftur undir flogbólt, og í løtuni er besta kvinnuliðið heilt frammi í oddanum í næstbestu deildini, har bara eitt sett skilir tað frá oddasessinum, ið Fleyr hevur í løtuni.
Góða gongdin, ið fevnir um átta lið í FM-kappingunum, umframt fleiri lið, ið javnan spæla kappingar, hevur eisini skundað undir, at flogbólturin á Toftum ynskti at fáa meira skipað viðurskifti og – ikki minst – sítt egna felag.
Higartil hevur verið spælt undir navninum B68 Flogbóltur, men annars hevur talan verið um sjálvstøðugt virksemi, ið hevur havt nýggju fimleikarhøllina í Tofta skúla sum heimavøll. Har eru góðar umstøður til flogbólt, tí so mikið rúmsátt er, at sjálvt við 100-150 áskoðarum er gott pláss fyri sjálvum flogbóltinum á gólvinum, bæði úti í síðunum og við endarnar. Hartil er høgt til lofts, so høllin er sum gjørd til flogbólt.

Ternan er navnið
Í gjárkvøldið var so avgerandi stigið tikið og nýtt flogbóltsfelag sett á stovn, tá kallað var inn til aðalfund í ítróttarhúsinum á Svangaskarði. Eini 30 fólk møttu á fundinum, ið fekk valt nevnd og givið felagnum navnið, ið gjørdist Ternan.
– Hetta er eitt navn, ið ikki er ókent í ítróttarhøpi á Toftum, tí her er ein kappróðrarbátur við sama navni, sigur Hermann Jacobsen, sum er ein av eldsálunum aftan fyri flogbóltin á Toftum.
Hann ætlaði sær ikki í nevndina, men endaði kortini við at gerast tiltakslimur. Formaður í fyrstu nevndini í Ternuni er Alex Troleis, meðan Katrin Olsen er næstformaður og Helen Højgaard Jacobsen er skrivari.
– Lógir vóru longu undan stovnandi aðalfundinum gjørdar fyri nýggja felagið, so tað nógva av tíðini fór til at finna navnið. Uppskotini trutu ikki, og fundarfólkið slapp at velja millum uppskotini, og tá vóru flest fyri, at felagið skal eita Ternan. Enn hava vit ikki nakað búmerki, men nú vit hava fingið navnið, kunnu vit fara at arbeiða víðari við tí, sigur Hermann.

Fyri allan fjørðin
Ternan er sostatt tað nýggjasta av tilsamans 10 feløgum kring landið, sum eru við í vaksnamannakappingunum undir Flogbóltssambandinum, og hetta er flogbóltsfelag burturav.
– At vit fáa okkara egna felag til flogbóltin, er gott, tí vit hava longu frammanundan arbeitt sum eitt sjálvstøðugt felag. Navnið hava vit lánt frá B68, men annars hava vit tikið okkum av øllum sjálvi, sigur Hermann Jacobsen.
– Vit vilja eisini fegin hava, at felagið røkkur út um Nes kommunu og kann fevna um øll á Skálafjørðinum, sum hava hug at spæla flogbólt. Fleiri av teimum, sum longu eru við, eru eisini úr øðrum bygdum við fjørðin, og eitt nú er onkur spælari úr Fuglafirði við hjá kvinnunum.
Sum nevnt, liggur besta kvinnuliðið hjá Ternuni væl fyri í kappingini í 1. deild, so ikki er óhugsandi, at fólk longu næsta ár kunnu venja seg við at hoyra navnið umrøtt javnan, um kvinnurnar altso megna at flyta upp í Eik-liguna.