Ternan verður tikin úr sigling allan november mánaða, og meðan hon er á Skipasmiðjuni, fer Sam at røkja siglingina um Vestmannasund.
Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskipum Landsins, sigur, at arbeiðið við at skifta maskinurnar á Ternuni er mett til at taka fýra vikur. Og tað vænta teir eisini fer at halda. So tá november er av, verður Ternan aftur á Vestmannasundi, sigur hann.
Ternan skal hava tvær nýggjar høvuðsmaskinur. Hon fær tá væl størri maskinorku, enn hon hevur í dag, sigur Magnus Magnussen . Valt varð at skifta út við størri, heldur enn at umvæla verandi maskinur, sigur hann.
Hann sigur, at maskinurnar, sum eru í Ternuni, eru javngamlar við skipið. Í 1980 kostaður tær 1,3 millión krónur. Og tær eru seldar aftur nú fyri 600.000 krónuir, sum Strandferðslan metir vera ein góðan handil. Nýggju maskinurnar kosta tríggjar milliónir krónur, og alt arbeiðið fer at kosta fýra milliónir.
Nógvar merkiligar søgur ganga um alt møguligt, tá eitthvørt óvanligt hendir. Nú eru søgur farnar at ganga um, at tá Sam fer at sigla um Vestmannasund, skal hann ikki taka bussar við. Ferðafólk skulu so skifta í Vestmanna og á Oyrargjógv. Men tað er heilt burturvið, verður sagt av Strandfaraskipum Landsins. Tað er beinleiðis tvætl. Slíkt afturstig ber heilt einfalt ikki til at gera, sigur Strandferðslan. Bussarnir fara eini at ferðast sum vanligt um Vestmannasund, meðan Sam siglir.
Men eingin ivi er um, verður sagt av Strandferðsluni, at tað verða fleiri túrar, fólk noyðast at bíða. Tí tað verður bara Sam, sum fer at sigla. Ternan I er upptikin aðrastaðni, og hon hevði annars ikki kunnað verið brúkt, tí hon hevur ikki loyvi at flyta bilar meira. Og annað skip er heilt einfalt ikki til.
So góði, gamli Sam verður álitið um Vestmannasund í november.
Ternan verður aftur á Vestmannsundi til jólaferðsluna, sigur Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandfaraskioum landsins.