Ternan er aftur í sigling

Í morgun kom Ternan aftur í sigling.

Nólsoyingar hava verið noyddir at sigla við Jósup seinastu mánaðirnar, men í dag er alt blivið vanligt aftur. 

 

Í morgun, tá ið nólsoyingar skuldi ferðast til Havnar, var gamla Ternan aftur at síggja. 

 

Ternan fer í sigling aftur sum vant. 

 

Úr Nólsoy verður sagt, at tað er gott, at gamla skipið er komið aftur í aftur. 

 

Gekk tað sum ætlað, var Ternan farin aftur í siglingina millum Havnina og Nólsoy miðskeiðis í september, men umvælingin av strandfaraskipinum dróg út.