Ternan byrjað at sigla til Ovastevnu

Klokkan 19.55 legði Ternan at í Nólsoy fyrstu ferð. Hon siglir saman við Rituni í pendulfart alla náttina líka til klokkan sjey sunnumorgunin Strandferðslan hevur veruliga lagt seg í teymarnar og syrgt fyri sera góðari ferðaætlan til Ovastevnuna. Frá klokkan 19.30 sigla bæði Ternan og Ritan mestsum í pendulfart millum Bursatanga og Nólsoy.

Veðrið er av tí allarbesta, og tí kann roknast við nógvum fólki til stevnuna í kvøld. Tað er eisini av álvara byrjað at streymað út í oynna, og tá Sjómannadagurin ikki heldur út á náttina kann roknast við, at tey, sum hava verið har, kanska halda leiðina út til Nólsoyar.

Stemningurin er óførur, ikki minst tí so nógvir bátar liggja fram við øllum keikantinum, og øll líkindi eru fyri einum góðum kvøldi og einari góðari nátt.