Tað var tá strandfaraskipið Ternan kom út til Nólsoyar klokkan 16:40, at hon sigldi upp á sandin.
Jóan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni, greiddi í útvarpinum frá, at tað var ein menninskjansligur feilur, sum var orsøkin. Tvey handtøk eru at velja í, og valið fall á tað skeiva handtakið, sum gev skipinum ferð heldur enn at taka ferðina av. Skipið var so mikið nær landið, at tað bar ikki til at taka ferðina avaftur, tí varð valt at sigla inn ímóti sandinum, so bleytt var fyri.
Men ferðin var so mikið nógv, at skipið stóð fast á sandinum.
Við at flyta bilarnar á dekkinum longur aftur í skipið, eydnaðist at loysa skipið avaftur, so tað kundi leggja at bryggju og fólkið slapp í land.
Einki vatn er komið í skipið, og tey halda ikki, at tað hevur fingið skaða – í øllum førum síggja tey ongan skaða innan úr skipinum.
Jóan Petur Abrahamsen segði við útvarpið, at kavari fyrst skuldi kanna botnin, áðrenn støða verður tikin víðari, og til tað er gjørt verður skipið liggjandi í Nólsoy.
– Men hevur skipið ikki fingið skaða, so verður tað í sigling aftur klokkan 22, segði hann.
Panum, Rescue Lív, siglir nú fyri Ternuna, men avloysaraskip er annars Erla Kongsdóttir, og boð verða eftir henni, um Ternan skuldi farið á beding. Men Erla Kongsdóttir er í løtuni á beding á Skála, har hon verður gjørd til reiðar at loysa Ternuna av, sum skal á beding 19. apríl
Um 60 fólk vóru við Ternuni, tá hon bar við land. Tey hava fingið tilboð um kreppuhjálp, og um onkur, sum er farin frá skipinum heldur seg hava brúk fyri kreppuhjálp, so er bara at boða Strandferðsluni frá, segði Jóan Petur Abrahamsen.