Ternan avlýsir í kvøld

Vegna tekniskt arbeiði siglir Ternan ikki túrarnar klokkan 22 úr Havn og klokkan 22.20 úr Nólsoy.

Vegna tekniskt arbeiði siglir Ternan ikki túrarnar klokkan 22 úr Havn og klokkan 22.20 úr Nólsoy í kvøld, mikudagin 6. august.

 

Tað eru boðini, sum liggja á heimasíðuni hjá Strandfaraskipum Landsins í dag.

 

Nólsoyingar eru ikki fegnir um hesi boð, og spyrja á facebook-síðum, "hvat hetta er fyri nakað, og hví annað skip - eitt nú Teistin - ikki verður settur í sigling um Nólsoyarfjørð í kvøld ístaðin?"

 

Meðan Teistin lá í vikur, tí skipið hevði borið við land í Hesti, røkti Ternan somu vikur farleiðina um Skopunarfjørð.

 

Tað man vera orsøkin til, at onkur í Nólsoy, nú Ternan ikki siglur í kvøld, spyr, hví Teistin ikki í staðin kann taka túrin um Nólsoyarfjørð í kvøld.