Ternan avlýsir eisini

Fyrr í dag boðaði Strandferðlan frá, at Teistin fór seinasta túr av Gomlurætt klokkan 21.00 og siglir síðani ikki aftur fyrr enn í morgin árini.

 

Nú hevur Strandferðslan avgjørt, eisini at steðga siglingini hjá Ternuni fyrr í kvøld. Sostatt fer Ternan síðsta túr av Havnini klokkan 18.00 og úr Nólsoy klokkan 18.25.

 

Enn eru ongar fráboðanir um, at aðrar skipsleiðir ella bygdaleiðir eru avlýstar í kvøld ella í nátt.

 

Hann er byrjaður at øtla vindin og Landsverk ávarar í løtuni um, at nógvur vindur er á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum. Har er hvassur vindur og upp í 27,8 m/s í hvirlunum. Annars eru koyrilíkindini hampulig enn.

 

Sambært yr.no fer hann at øtla vindin heilt nógv komandi tímarnar og klokkan 19 væntar hann 20 m/s av landsynningi.