Tá Ternan kom aftur av túrinum til Nólsoyar klokkan 8.40 fór manningin undir venjing sum merkti, at túrurin klokkan 12.30 var avlýstur. Tað er kravda venjingin við bjargingarbátunum og bjargingarsliskunum, sum skulu roynast sætta hvørt ár.
Bjargingarsliskurnar skulu roynast, og maningin loypir niður gjøgnum tær. Tað eru hesar sliskur, sum verða nýttar, um illa vil til og maning og ferðafólk mugu rýma av skipinum.
Hendan venjingin var sum nevnt í dag, og Ternan fór aftur í vanliga rutusigling klokkan 16.20.