Roknað var við, at Ternan skuldi aftur í sigling fríggjadagin19. oktober, tá hon fór til eftirlit, mánadagin 8. apríl.
Og tað vísir seg at halda.
Ritan hevur røkt siglingina um nólsoyarfjørð frá 8. apríl, tá Ternan fór á beding, og fram til sunnudagin. Síðani hevur Silja Star røkt siglingina frá mánamorgni 15. apríl og fram til í kvøld.
Hesa vikuna hevur Sam so siglt tver farmatúrar um nólsoyarfjørð, týsdagin og hósdagin, so allur vanligur farmur er komin út í oynna, og so ger minni, at nólsoyingar ikki eru slopnir at hava bil út við hesar báðar vikurnar.