Tað var ikki sørt við minni um eina aðra tíð, tá Ternnan sást leggja at við Varpabrúnna í morgun. Har umborð beyðst høvið at fáa eitt gott prát við Per og Pól nú »í gomlum døgum«, sum tú annars ikki fært dagliga. Tó er tunnilin munandi lættari og styttur um leiðina fyri ikki at siga um bíðitíðina, siga tey úr Klaksvík.
Jú, Ternan vakti góð gomul minni. Tað var tann tíð, hon var samferðsluálitið um Leirvíksfjørð.
Ternan er á Klaksvík í dag og skal bert sigla ein túr av Klaksvík kl.11.00 og kl. 13.00 av Syðradali.
Talan er um ein farmatúr, tí Sam er á beding.
Væntandi kemur Sam aftur í sigling um vikuskiftið hann fer av bedingini í Klaksvík seint í dag.
Orð og myndir: Dávur Winther