Ternan aftur í sigling

Eftir at hava ligið tveir teir fyrstu túrarnar av sær í morgun, tekur Ternan siglingina upp aftur.

Eftir at hava ligið tveir teir fyrstu túrarnar av sær í morgun, tekur Ternan siglingina upp aftur.

 

Tað var óvanliga høg flóð í morgun, sum fekk Ternuna at avlýsa túrarnar klokkan 06.55 úr Havn og 07.20 úr Nólsoy, og klokkan 07.55 úr Havn og 08.20 úr Nólsoy.

 

Nú boðar Strandferðslan frá, at siglingin verður tikin upp aftur, tó við teirri broyting, at túrurin klokkan 12.30 úr Havn verður fluttur til klokkan 13.00, og so hálvan tíma seinni úr Nólsoy.

 

Vindurin hevur verið nógvur fyrrapartin, men hann makar so líðandi, og um miðdagsleitið verður so væntandi, at siglandi verður aftur.

 

Sagt verður, at Ternan hereftir siglir eftir ferðaætlanini.