Arbeiðið, sum er gjørt við strandfaraskipið Ternuna, verður liðugt mikudagin, og hósdagin verður Ternan aftur á farleiðini millum Havnina og Nólsoy.
Hesa sigling røkir Ternan fram til 23. apríl, tá ið hon skal setast inn í siglingina á Sandoyarleiðini. Tá fer Teistin á beding fram til 7. mai.
Í hesum tíðarskeiði siglir Jósup á Nólsoyarleiðini, men Sam siglir farmatúr týsdag og hósdag.