Fólk skulu nú venja seg við, at gamla Ternan frá nú av kallast Vípan. Hóast Strandferðslan ikki vildi varðveita skipið, so vildi hon fegin varðveita navnið, og tí hava nýggju eigararnar nú givið skipinum nýtt navn.
Tað er Faroe Group við Sjúrði Gorm Petersen, sum hevur keypt gomlu Ternuna fyri 510.000 krónur frá Strandferðsluni.
? Hetta er eitt væl viðlíkahildið skip, sum fungerar væl og er í góðum standi, sigur Sjúrður Gorm Petersen.
Fer møguliga av landinum
Enn hava nýggju eigararnir ikki gjørt av, hvat Ternan 1 skal nýtast til, men ein møguleiki er at seta hana í sigling í øðrum londum, t.v.s. at leiga hana út til útlandið. Einki ítøkiligt er tó á borðinum enn.
Strandferðslan hevði fimm boð upp á skipið, tá freistin at bjóða var úti tann 20. juni. Avgjørt varð at arbeiða við tí hægsta boðnum uppá 750.000 krónur, men tá tað varð tikið aftur, varð skipið selt Faroe Group fyri 511.000 krónur, sum var tað næsthægsta boðið.
Strandferðslan keypti Ternuna í 1970 úr Týsklandi, og hon røkti farleiðina millum Klaksvík og Leirvík fram til 1980, tá nýggja Ternan varð sett í sigling. Síðani broytti skipið navn til Ternan 1 og sigldi fyri tað mesta millum Havnina og Skálafjørðin og um Vestmannasund.
Gamla Ternan varð smíðað í 1960 í Wawelsflath í Týsklandi og hevur tískil 43 ár á baki.
Faroe Group hjá Sjúrði Gorm Petersen hevur nú tvey gomul skip hjá Strandferðsluni í flotanum. Felagið eigur eisini gamla Trónd, sum í nógv ár røkti farleiðina til Sandoynna.
Tróndur hevur júst havt tríggjar túrar sum vaktarskip í oljuvinnuni, men er aftur í Føroyum nú. Triðja skipið hjá Faroe Group er Orion, sum er í fastari sigling hjá Statoil.