Tað koma mangir trúfastir summargestir hendanveg á hvørjum ári. Summir koma ár undan ári og vitja somu støðini. Ella leggja soleiðis til rættis, at tey fara meira víða um. Og nógv er at síggja.
Men fáir gestir leggja kortini so nógv fyri til tess at vinna oyggjarnar upp, sum ternan ger. Ferðast knøttin enda úr enda fyri at koma aftur á kendar leiðir. Hvat nevnist slíkt. Trúfesti? Fosturlandsalskur? Ella bara tað, sum á fremmandum málið verður nevnt instinkt?
Tá hon hevur flogið tann langa vegin, er gott at sleppa at hvíla seg eina løtu. Tí strævin man túrurin hava verið.
Men hon veit, at her er gott at koma til. Kennir seg heima, her hon er klakt og fóðrað. Er floygd og hevur fingið sínar fyrstu tímar í navigatión, soleiðis at hon kann staðfesta breiddina og vita, nær hon er komin heimaftur. Tí ikki er altíð, at fjøllini sígjast so væl, at til ber at navigera eftir teimum. Hóast summar er.
Her setti hon seg so. Á básin við flótibrúnna í Sørvági og vónar ivleyst, at her í stilla hylinum man onkur ternumurtur fara at verða at veiða onkran dafin.
Men so er tað eisini ein treyt, at umhvørvið er reint. At ikki olja og onnur óhumska, sum kann skaða hana, flýtur á sjónum.
Tí hóast greitt er, at menniskjan eisini eigur at fáa pláss at vera til, eigur sama menniskja at ansa eftir, at tey, sum veikari eru, og tey eru mong, ikki noyðast at lúta fyri okkara vælferð.
Vit skulu vísa hetta vakra landið fyri teimum, sum koma at ferðast. Bæði við og uttan veingir.