Ein nýggj salat- og sandwich kafé er latin upp í Steinatúni í Havn. Hetta er kaféin Terminal, sum er í ovaru hæddini á pizzahandlinum Take Away.
Tað eru Muldi Manai og Regin Bláhamar, sum eiga og reka Terminal.
Matstovan er ljós og hugnalig við góðum innbúgvi. Her er gott útsýni til Steinatún og ferðsluna í miðbýnum.
Umframt sjálva matsovuna kunnu upp til 50 fólk sita uttandura og njóta eina máltíð við onkrum góðum afturvið. Eisini ber til at keypa mat út við.
Matstovan er opin frá mánadegi til og við leygardag frá klokkan 11.30 til 20. Sunnudag er stongt.
Mouldi Manai sigur, at matstovan leggur dent á sunnan og lættan mat til sámuligan prís.