Terji stýrdi troppunum til sigurs

Fremstu tónleikarar okkara hava seinastu vikuna bara sæð fram móti einum: Dystinum millum teir yngru og teir eldru, sum kanska er komin fyri at verða Terji Rasmussen hevur gjørt nógv burtur úr dystinum, sum skuldi verða á Ovastevnu millum tónleikarar. Liðini stillaðu upp soleiðis, at tónleikarar undir 30 leiktu móti teimum yvir 30.

Líknandi dystur var eisini í fjør, og tá fingu teir eldru bank, og hetta skuldi sambært Terja ikki endurtaka seg í ár. Tí hevði hann fingið millum annað Jóannes Jacobsen, Una Arge og John Johannesen at leika við. Og tða má sigast, at tað gav úrslit.

Teir yngru vunnu í fjør sannførandi sigur, 12-6, men í ár var eitt sindur øðrvísi. Teir eldru lógu alla tíðina framman fyri, og nakað út í seinna hálvleik var støðan ikki minni enn 11-5. Men so tóku teir yngru dyk á seg, og hetta - allarhelst saman við, at kreftirnar hjá teimum eldru so líðandi gingu undan - gjøgdi, at teir minkaðu um munin til 11-9.

Men so skoraðu teir eldru eina seinastu ferð, og tá var ov lítið tíð eftir, at ungu menninir kundu gera meira við teir royndu.

Fitt av fólki var og hugdi at, og sjálvur Sjúrður Skaale var frásøgumaður, nakað, ið ikki gjørdi dystin minni áhugaverdan.

Borgarstjórin, sum eisini heldur Ovastevnu, handaði steypið til vinnandi liðið, sum í ár altso gjørdust teir eldru