Terji Rasmussen á Jóansøkufestivalin

Jóansøkufestivalurin kunngjørdi í morgun, at Terji Rasmussen fer at spæla á festivalinum á Tvøroyri.

 

Nú vit eru komin inn í Jóansøkuvikuna, hevur Jóansøkufestivalurin kunngjørt enn eitt navn, sum skal spæla á festivalinum.

 

Talan er um Terja Rasmussen, sum fer at framføra einsamallur á pallinum. Terji telist millum størstu tónleikanøvn í Føroyum síðstu nógvu árini, og hann verður mettur at vera ein av bestu entertainarunum innan tónleik í Føroyum, tá umræður live-framførslur.