Terji Rasmussen ger um seg

Nógvur fjøltáttaður tónleikur á skránni í Café Natúr og Manhattan komandi kvøldini, skrivar byin.fo Hóskvøldið og fríggjakvøldið vitjar Terji Rasmussen aftur byin.fo. Fyrra kvøldið spælir hann í Café Natúr. Og fríggjakvøldið spælir hann í Manhattan.

 

Høgni Resitrup og Finnur Jensen spæla eisini hetta vikuskiftið. Teir spæla í Manhattan leygarkvøldið.

 

Eisini eitt bluesorkestur fer at undirhalda í vikuskiftinum. Tað er Crawling Blue við Una Debess á odda, sum fer at spæla í Café Natúr fríggjakvøldið og leygarkvøldið.