Terji Rasmussen

Terji og Føstufressar góvu fyrst í 90árunum kanska bestu føroysku fløguna nakrantíð út, henda fløga er ongantíð givin við at selja. Hóast fløgan einki beinleiðis hitt hevði, so eru mest sum øll løgini vorðin fólkaogn. Á Planet Awards fer Terji at undirhalda við nøkrum av hesum nýtímans tónleikaklassikarum.



Terji er mr. Entertainment og hevur ótrúligar gávir til at fáa fólkið við, hetta er óansæð um talan er um Terja við kassagittara ella við stórum bólki. Hetta hevur hann víst, sum einstaklingur, í Moirae, Føstufressum og Frændum.
 
Serliga og egna røddin er vorðin ein partur av føroysku fólkasálini. Tað er eingin ivi um, at Terji gevur tí spennandi skránni á Planet Awards eina fólkaliga síðu. Syngið við góðskan er í øllum førum høg