Terji & FØSTUFRESSAR 1 og spildurnýggja Terji og FØSTUFRESSAR 2 á hillunum hósdagin. Terji er hin sami, og FØSTUFRESSARNIR eru teir somu. Við øðrum orðum eru tað somu tónleikarar, ið spæla á nýggju fløguni, sum tað vóru á fyrstu Terji og FØSTUFRESSAR fløguni, ið varð vald til aldarinnar bestu útgávu av lesarum hjá Sosialinum. Ein heiður, ið ikki sigur so lítið. Fyrsta útgávan hevur selt umleið 9000 eintøk, fyrst sum band og LP, og síðan sum fløga. Útgávan hevur verið útseld í nógv nógv ár og nú letur TUTL hana endurprentað. Hetta sum liður í miðvísa arbeiðinum við at varðveita tónleikaskatt Føroya.
Upptøkurnar til Terji og Føstufressar Tvey byrjaðu á heysti í 2009 og nú, 20 ár eftir fyrru fløguna, er Terji og Føstufressar Tvey veruleiki.
Um veðrið vil, og alt gongur sum ætlað, so eru fløgurnar í Føroyum hósdagin tann 4. nov, sjálv sølan byrjar alment fríggjadagin, boðar Tutl frá.
Móttøka við Terja
Øll eru hjartliga vælkomin til móttøku i TUTL á Káta Horninum hósdagin 4.nov kl 15:00. Har verður hugni við nýggju fløguni, og høvi verður at heilsa uppá Terja & FØSTUFRESSAR. Vit bjóða kaffimunn og okkurt gott til góman , siga tey í Tutl.









