Terji í Maverick

Fríggjakvøldið 7 des. borðreiðir Maverick aftur fyri góðum ?live? tónleiki. Talan er um Terja Rasmussen, sum kemur at synga sínar feitu slagarar.

Terji er sera kendur fyri sínar framførslur og hevur hann veruliga fingið klaksvíksingar við sær aftur gjøgnum Maverick.

Leygarkvøldið hevur Maverick eisini eitt jólatema. Hetta verður karoke, syngið við, gløggur og spurnkapping við ymiskum skemtiligum vinningum.

 

Jólini byrja í Maverick ... soleiðis er tað bara.