Terji mannað lið

- Vit eru væl upplagdir og hava lagt taktikk alla vikuna, sigur Terji Rasmussen, sum ætlar at fáa uppreisn á ovastevnu

Aftur í ár verður skipað fyri einum forvitnisligum fótbóltsdysti í Nólsoy á ovastevnu, tá tónleikarar undir 30 ár leika ímóti eldri tónleikarum, ið eru farnir upp um 30-ára-markið.

Í fjør tapti eldra liðið 6-12 móti teimum yngru, og tí ætlar Terji Rasmussen, venjari hjá teim eldru, at fáa uppreisn.

Og møguleikarnir at fáa eitt betri úrslit í ár tykjast vera til staðar. Terji Rasmussen hevur nevniliga megnað at fáa m.a. Una Arge, Jóannes Jacobsen og Eyðun Nolsøe við.

Yngra liðið av tónleikarum skal kortini ikki undirmetast. Leikandi venjari er trummuleikarin úr Deja Vu, Rúni Højgaard. Hann hevur royndir sum AB-málmaður, og sum skilst, stóð hann ein branddyst í fjør og var ein av orsøkunum til, at yngru tónleikararnir vunnu.

Dysturin verður leygarkvøldið kl. 16.