- Ein av okkara garvaðu sjómonnum er 69 ára gamli Terji Hansen úr Skopun. Sum 14 ára gamal fór hann at rógva út í Ravn Stóroy og róði út har í trý summar. Hann var síðan við ymiskum línuskipum, áðrenn hann fór við trolara.
Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. Nú sjómansmissiónin hevur 100 ár á baki, hevur sjómanstrúboðarin eitt nú spurt sjófólkm nær og hvar tey møttu sjómansmissiónini fyrstu ferð.
Terji Hansen hevur seinastu umleið 12 árini siglt sum kokkur og loyst av sum stýrimaður við ísfiskatrolaranum, Jaspis, sum partrolarar við Ametyst.
Hin 6. mai í ár vóru tað 55 ár, síðan Terji Hansen fyrstu ferð fór til skips. Hann hevur siglt út í eitt øll árini, undantikið í tvey ár, tá hann gekk á skiparaskúla. Tey árini sigldi hann eisini, tá hann hevði frí frá skúlanum.
Tá Terji Hansen verður spurdur, hvar og hvussu hann møtti sjómansmissiónini, sigur hann, at tað var í Ravn Stóroy, tá hann sum 14 ára gamal í 1963 fór at rógva út frá norðraru víkini.
- Sjómansheimið ella fiskaraheimið, sum tað eisini varð rópt, stóð í syðru víkini, og har varð møti hvønn sunnudag. Tað var hugaligt at vera til møtini, og uppmøtingin var góð. Eg haldi, at fleiri uppliva tað hugaligt at fáa vitjan umborð av sjómanstrúboðaranum, sigur hann.
Tá Terji Hansen verður spurdur, um arbeiðið hjá sjómansmissiónini hevur týdning fyri hann persónliga, heldur hann, at hetta er eitt arbeiði, sum skal vera, og hann heldur tað eisini vera sera hugnaligt at fáa jólapakka frá sjómanskvinnuringunum.