Terji frá Moirae við til 90ini umaftur

Høllin á Hálsi verður 9. mars karmur um risa tiltakið 90ini umaftur. 

 

Longu nú eru DJ Sash!, ið vit m.a. kenna frá sanginum Ecuador, Brian McFadden frá Westlife, Eyðun Nolsøe frá Frændum, Siri frá Ipkiss, Edmund Jacobsen frá Chase, Karl Martin frá Hjarnar og verturin DJ Riffi, ið er kendur speakari og DJ, avdúkað til tiltakið. 

 

Eitt stórt útlendskt navn kemur afturat, men vit vita, at tað eru fá ið fáa lív í fjøldina sum okkara egnu. Tí hava vit sjálvsagt tryggjað okkum, at bestu føroysku nøvnini frá 90unum vera við til kvøldið.

 

Terji Rasmussen frá Moirae

 

Tú! ... ja tú, vilt tú vera mín í kvøld. Hasin fer at runga í Høllini Á Hálsi 9.mars og vit klára næstan ikki at bíða. Terji Rasmussen var forsangari í rokkbólkinum Moirae, sum vann fyrstu Prix-Føroyar kappingina í 1995. Vit flýggja til tónleikin, tá vit fara aftur í 90’ini bæði við mótanum frá tá, tónleikinum frá tá og vinunum frá tá, ja, øllum sum hoyrir 90unum til.

Tiltakið er klokkan 21:00-03:45 og alt kvøldið er fult av góðum tónleiki.

 

Atgongumerki eru til sølu á www.ebillett.fo. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið. 

 

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus