Nú fimm umfør eru telvað í FM í talvi fyri eintaklingar 2010, sum í hesum døgum verður telvað á Giljanesi, hevur Terji Petersen, úr Klaksvík, lagt seg á odda - hálvtannað stig framman fyri restina - í landsliðsbólkinum. Hóast styrkimettur sum nummar seks í kappingini, hilnast sera væl higartil við fýra sigrum og einum javnleiki. Harvið verður hildið fast um sera góða gongd í inniverandi kappingarári, har talan gjørdist um átta sigrar av níggju møguligum í júst endaðu liðkappingini fyri FM-vinnararnar úr Klaksvík.
Lagt er upp til sera spennandi seinnu hálvu í kappingini, tí ein riðil av telvarum liggja framvið, klárir at taka av møguleikanum, skuldi hann uppstaðið, nú Terji seinastu fýra umførini telvar ímóti Torkili Nielsen, Olaf Berg, Rógva E. Nielsen og Hans Kristiani Simonsen. Truplar uppgávur, men als ikki ómøguligar við tí sjálvsáliti, sum verður lagt fyri dagin í løtuni.











