Rok í Sjálvstýrisflokkinum
Á seinasta løgtingsvali stillaði fólkakæri sangarin <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Terji Rasmussen"$?$end$!$Terji Rasmussen</st1:PersonName$?$end$!$ upp fyri Sjálvstýrisflokkin við m.a. slagorðinum Samkyndur? So eri eg tín maður!, men hóast hetta er Terji ikki eitt av fyrrverandi valevnunum hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið hevur meldað seg úr flokkinum.<BR>
Sambært Útvarpi Føroya hava 5 fyrrverandi valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum meldað seg úr flokkinum aftan á, at formaðurin <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kári P. H?jgaard"$?$end$!$Kári P. Højgaard</st1:PersonName$?$end$!$ atkvøddi ímóti banninum ímóti at gera mismun vegna kynsliga sannføring. Terji sigur, at hann umhugsar sína støðu. Men ger greitt, at hann heldur atkvøðuna hjá formanninum vera bæði pínliga og skomm.<BR>
Terji vísir á, at antin kann hann melda seg úr flokkinum, ella kann hann vera við til at broyta flokkin innan í frá, men enn hevur hann ikki tikið endaliga støðu. Hann heldur sjálvandi, at tað er keðiligt, at atkvøður á hansara persón, verða nýttar til eina atkvøðu sum hesa, men sigur samstundis, at hann ikki var tann, ið varð valdur fyri flokkin, og tí ikki kann hann ikki gera so nógv við hetta.
Hann vísir á, at felagið í Suðurstreymoy er nógv meira liberalt enn tað í Eysturoynni, og vónar, at hetta felag fer at fáa umboðan eftir næsta val.